Mentan

Capaldi kemur ikki á G!

Orsøkin er, at Føroyar drepa grind

2019-06-26 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

G!festivalurin í Gøtu hevur fingi enn eina avlýsing til festivalin í ár. Hesaferð er tað høvuðsnavnið yvir teimum øllum, bretin Lewis Capaldi, sum hevur boðað frá, at hann ikki kemur.

Orsøkin er, at Føroyar drepa grind.

G! festivalurin skrivar í tíðindaskrivi: ”Tað harmar tað okkum almikið, at vit í dag mugu boyggja okkum fyri tí sannroynd, at Lewis Capaldi, hevur avgjört at avlýsa framførsluna á G!. Orsøkin er at föroyingar drepa grind.”

Festivalurin hevur avgjørt at rinda teimum fólkunum, sum hava keypt atgongumerki eftir at Capaldi varð kunngjørdur, møguleikan at fáa atgongumerkið endurrindað.

- Nógv spennandi og fjølbroytt er á skránni, og vit fara at gera okkara besta til, at áhoyrararnir fáa eina ógloymandi uppliving á G! Festival.  Okkurt nýtt verður at frætta komandi dagar, skrivar festivalurin.

G! Festivalurin er hart raktur av avboðum í ár. Fyri nøkrum vikum síðani var greitt, at høvuðsnavnið, sum skuldi vera hóskvøld, Princess Nokia, eisini hevur avlýst. Tá var tað ikki sagt beinleiðis, men alt bendir á, at grindadráp eisini var orsøk til ta avlýsingina.

Les: Høvuðsnavnið hóskvøldið kemur ikki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder