Í nátt okkara tíð vórðu Golden Globe virðislønirnar handaðar í Hollywood fyri 87. ferð.
Talan er um eitt kvøld, har bæði filmar og sendirøðir verða heiðraðar av felagnum Hollywood Foreign Press Association (HFPA), einum almannagagnligum felagsskapi við 90 limum úr altjóða pressuni.
Søguliga hevur úrslitið av Golden Globe handanini givið eina ábending um, hvør kann væntast at rýma av stað við ársins Oscar virðislønum. Oscar handanin verður í apríl.
Millum stóru vinnararnar í nátt vóru Sacha Baron Cohen fyri filmin "Borat", og fólkini handan Netflix sendirøðirnar "The Crown" og "The Queen's Gambit", sum tey flestu helst kenna.
Vinnarin av Golden Globe virðislønini í flokkinum "besti mannligi sjónleikari í einum dramafilmi" var Chadwick Boseman, sáli. Hann vann fyri leiklut sín í filminum “Ma Rainey’s Black Bottom”.
Chadwick Boseman, sum m.a. er kendur fyri Marvel-filmin "Black Panther", andaðist av krabba 18. august í fjør, 43 ára gamal. Kona hansara, Simone Ledward Boseman, tók ímóti virðislønini.
– Hann hevði takkað Gudi. Hann hevði takka foreldur síni. Hann hevði takkað forfedrar sínar fyri teirra leiðbeining og offur. Hann hevði sagt okkurt vakurt, okkurt hugkveikjandi, okkurt, sum hevði styrkt ta lítlu røddina inni í økkum øllum, sum sigur "tú kann", sum sigur tykkum, at tit skulu halda fram, sum leiðir okkum aftur til tað, sum vit eiga at gera í júst hesu løtu, segði hon.
Hetta er bert aðru ferð í søguni hjá Golden Globes, at ein sjónleikari hevur fingið hesa virðislønina, eftir at hann er deyður, skrivar miðilin Variety.
Yvirlit yvir øll tey, sum vóru tilnevnd og vunnu í nátt, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald