Mentan

Chapel Hart á Country Festivalin

Chapel Hart tók Amerika á bóli í 2022, tá ið tær í America's Got Talent fingu ‘Golden Buzzer’ knøttin hjá dómarunum at gløða

2025-02-28 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður ‘spika hamrandi feitt’ tá America’s Got Talent ‘Golden Buzzer’ vinnararnir traðka á pall í Sørvági sum høvuðsnavnið leygarkvøldið, skriva fyriskiparar av Country og Blues Festivalinum í Sørvági.

Chapel Hart, er ein amerikanskur Country tónleikabólkur úr Mississippi. Bólkurin er mannaður av teimum trimum songfuglunum: systrunum Danica Hart og Devynn Hart og syskinabarni teirra Trea Swindle. Tær hava sjálvstøðugt givið út fýra fløgur og ellivu stakløg. Í juli 2022 kappaðust tær í seytjandu sesongini av America's Got Talent. Framførslan hjá teimum av "You Can Have Him Jolene", sum er ein svarsangur til "Jolene" hjá Dolly Parton, var aðru ferð í søguni hjá røðini AGT, at ALLIR fýra dómararnir góvu einum bólki gull knøttin.

Tónleikurin hjá bólkinum er defineraður av teirra fantastisk vokalharmoni og ávirkan frá øðrum kendum kvinnuligum country sangarum.

Country og Blues Festivalurin verður í Sørvági 12. 14. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder