Charlie Rowley, sum tíðliga í juni var eitraður við nervaeitrinum Novichok, sigur nú frá hvussu hann kom í samband við nervaeitrið, sum dama hansara seinni varð eitrað og doyði av.
Rowley fortelur, at hann fann eina eskju.
- Eskjan var 10 falda 10 cm, 2 cm tjúkk, og inni í henni var ein glasfløska. Eg mátti taka fløskuna úr glarpappíri fyri at seta pumpuna á fløskuna. Tá fekk eg eitt sindur av evninum á hendurnar, men eg vaskaði tað av undir krananum, segði Rowley.
Rowley minnist ikki hvar hann fann eskjuna, men hann goymdi hana í heimi sínum í Amesbury, sum liggur 15 kilometrar norðanfyri Salisbury, har fyrrverandi russiski njósnarin Sergej Skripal og dóttur hansara vórðu eitraði.
Rowley var vísur í at einki løgið var við eskjuni, tí at hon sá ikki út til at verða brúkt. Dama hansara, Dawn Sturgess, helt heldur ikki nakað løgið verða við henni, skrivar TV2.
- Hon segði at tað var eitt kent merki. Tað er óhugnaligt at hugsa sær, at okkurt er fjalt á tann hátt at tað líkist onkrum vanligum, og verður goymt út millum almenningin, so at fólk kunnu finna hetta, segði Charlie Rowley.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald