Uttanlands

Charlie Kirk skotin undir kjakfundi

Kendi konservativi aktivisturin Charlie Kirk og Trump-stuðulin doyði av løstinum

31 ára gamli Charlie Kirk var ein profilur í almenna kjakinum í USA og hevði fleiri milliónir av fylgjarum á sosialum miðlum (Mynd: EPA)

31 ára gamli Charlie Kirk var ein profilur í almenna kjakinum í USA og hevði fleiri milliónir av fylgjarum á sosialum miðlum (Mynd: EPA)

2025-09-10 22:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trump-stuðulin Charlie Kirk er skotin undir einum kjakfundi í Utah í USA í kvøld. Støðan hjá honum var ógreið fyrr í kvøld, men nú hevur Donald Trump boðað frá, at Charlie Kirk doyði av løstinum.

Hetta skriva altjóða miðlar.

Hendingin fór fram á Valley University í býnum Orem í Utah. Reuters skrivar frá talsfólki frá universitetinum, at Charlie Kirk varð skotin í hálsin.

Miðlar skrivaðu fyrr í kvøld, at eitt fólk var undir illgruna og varð handtikið. Nú verður hinvegin sagt, at eingin er handtikin í málinum, og at gerningsmaðurin framvegis er leysur.

31 ára gamli Charlie Kirk er ein profilur í almenna kjakinum í USA og hevur milliónir av fylgjarum. Han verður lýstur sum konservativur aktivistur ogh evur gjøgnum fleiri ár víst Trump sín stuðul gjøgnum sínar rásir á sosialum miðlum.

Hann er kendur fyri at hava stovnað felagsskapin Turning Pount USA, sum arbeiðir  við at útbreiða konserativar hugsjónir til amerikanskar lærdar háskúlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder