Mentan

Christopher Plummer deyður

Kanadiski sjónleikarin, sum m.a. er kendur fyri leiklutin sum von Trapp kapteinur í "The Sound of Music" andaðist í gjár, 91 ára gamal

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-02-06 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kanadiski sjónleikarin, Christopher Plummer, andaðist í gjár, 91 ára gamal.

Christopher Plummer, sum kanska er mest kendur fyri at hava spælt leiklutin sum von Trapp kapteinur í filminum "The Sound of Music" frá 1965, hevur havt eina langa yrkisleið.

Hon byrjaði fyrst í 50unum, har hann spældi við í fleiri amerikanskum røðum, og hann helt fram at arbeiða, til hann doyði.

Í 2017 segði hann í samrøðu við AP, at hann noktaði at gevast.

– Eg elski mítt arbeiði. Eg elski tað, eg geri. Tað harmar meg, at tey flestu fólkini ikki dáma teirra arbeiði og gleða seg at fara á pensjón, sum sjálvandi er deyðin. Eg ætli mær ongantíð á pensjón. Eg vóni, at eg smelli niður á pallinum.

So bleiv tó ikki, tí Christopher Plummer andaðist í heimi sínum, meðan familjan var hjástødd, skrivar TV2. Eftir sita dóttir hansara, Amanda Plummer, og kona hansara gjøgnum seinastu 50 árini, Elaine Taylor.

Plummer gavst tó ongantíð at arbeiða. Hann er nevniliga við í nýggja filminum "Heroes of the Golden Masks", har hann leggur rødd til ein av persónunum. Filmurin kemur, sum skilst, út í ár.

Christopher Plummer hevur fingið fleiri heiðurslønir á yrkisleið sínari sum sjónleikari. M.a. fekk hann ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklut í filminum "Beginners". Tað var í 2012, og gjørdist hann sostatt sum 82 ára gamal elsti sjónleikari at vinna eina slíka virðisløn.

Í 2018, varð hann sum 88 ára gamal tilnevndur í sama bólki fyri sín leiklut í filminum "All the Money in the World", og gjørdist hann tá elsti leikari at verða tilnevndur hesa virðislønina.

Christopher Plummer varð føddur 13. desember í 1929.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder