Innanlands

Claus Meyer og íverksetarasøgur í Kongshøll

Hugskotið og Visit Tórshavn bjóða til tiltak við vinnulívsmanninum Claus Meyer

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-18 07:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hugskotið og Visit Tórshavn bjóða til spennandi tiltak, har tú kanst hoyra kveikjandi søguna hjá vinnulívsmanninum Claus Meyer. Harumframt verða nýggjar føroyskar íverksetarasøgur eisini at hoyra. Tiltakið verður hósdagin 21. februar.

Hugskotið og Visit Tórshavn hava seinastu vikurnar skipað fyri einum ferðavinnu- og íverksetaradíkjara við heitinum »Nýskapan í ferðavinnuni«. Talan er um eitt sonevnt »start up accelerator« tiltak fyri íverksetar og smærri fyritøkur í ferðavinnuni. Seks íverksetar luttóku, og hesi fara at hava stuttar spennandi framløgur av sínum verkætlanum henda seinnapartin.

Við sínum framúr góða smakki hevur Claus Meyer í yvir 30 ár arbeitt ótroyttiliga við matvøruframleiðslu. Hann er ein sannur íverkseti, sum legði lunnar undir nýggjan norðurlendskan mat. Hetta gjørdist seinni grundarlagið undir eitt nú matstovuni Noma og KOKS, sum hevur heimstað í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan.
 
Claus hevur egið gistingarhús, matstovur og kokkaskúlar, og fruktirnar í matgerðini koma frá hansara egnu fruktlund. Hansara matgerð fevnir tvørturum landamørk og høv. Millum seinastu verkætlanirnar eru slumbýlingar í bolivianska býnum La Paz, har hann hevur latið einstaklingum, ið koma frá fátæksligum korum, sleppa framat grýtunum, og seinast hevur hann roynt seg í New York City.

Fyri Claus Meyer hevur støddin á fyritøkuni ongantíð verið eitt mál í sær sjálvum. Í staðin hevur hansara drívmegi verið gleðin við at síggja onnur menniskju finna sítt fótafesti við tí, tey brenna fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder