
Sambært ukrainskum upplýsingum fer Norðurkorea komandi mánaðirnar væntandi at senda 25.000 til 30.000 herfólk til Russlands at hjálpa russiska herinum í krígnum móti Ukraina, upplýsa fleiri dulnevnd ukrainsk embætisfólk fyri CNN.
Hesi koma afturat teimum umleið 11.000, sum vórðu send úr Norðurkorea í november í fjør. Mett verður, at 4.000 norðurkoreansk herfólk annaðhvørt eru særd ella dripin í krígnum.
Umframt vanlig herfólk, fer Norðurkorea eisini at senda 5000 byggifólk og 1000 verkfrøðingar, upplýsri fyrrverandi russiski verjumálaráðharrin, sum nú stendur á odda fyri russiska trygdarráðnum, Sergej Sjojgu á vitjan í Norðurkorea í juni.
Hesir 6.000 norðurkoreanararnar skulu hjálpa við enduruppbyggingini av Kursk-landslutinum eftir ukrainsku álopini, sum byrjaðu, tá ukrainskar herdeildir fóru inn í landslutin í august 2024. Í vár boðaði Russland síðani frá, at landið aftur hevði fult ræði á Kursk, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald