Søgurnar um hvat tað er, sum fer at henda í Føroyum seinasta vikuskiftið í apríl, vinda nú upp á seg av álvara.
Hetta er vikuskiftið, sum Visit Faroe Islands við løgmanni á odda hevur lýst ferðamannaføroyar ”closed for maintenance”.
Risastóri amerikanski fjølmiðilin hevur fingið hetta til at øll hotell verða stongd, og ongin flogferðsla verður til ella úr oyggjunum.
Hetta verður sagt í eini grein, sum varð løgd út á ’travel’-síðuna hjá cnn.com í gjár. Greitt verður frá, at oyggjarnar verða stongdar, tí føroyingar hetta vikuskiftið fara at arbeiða við at viðlíkahalda náttúruna og geva "a touch of TLC to the Faroese countryside to ready it for visitors in 2019". TLC sipar til "Tender Loving Care", altso skrivar CNN at føroyingar fara at geva náttúruni "eymliga røkt fyri at gera tær klárar til at taka ímóti vitjandi í 2019".
Les eisini: Ferðastøð í Føroyum stongd vegna viðlíkahald
Okkurt bendir á, at nýggjasta lýsingaátakið hjá Visit Faroe Islands, har tey í einum lítlum filmi hava fingið sjálvan landsins stjórnarleiðara, løgmann, til at vera við, er blivið eitt sindur betri móttikið í altjóða fjølmiðlum, enn upprunaliga ætlað.
Føroyskir fjølmiðlar hava víst á, at ferðavinnan hevur fingið trupulleikar av, at gestir hava fingið tað fatan av, at alt varð stongt hetta vikuskiftið.
Greinin á CNN bøtir so ikki á henda trupulleikan.
Sí eisini innslag hjá Kringvarpi Føroyar um trupulleikan: Skaðar umdømið at selja ósannar søgur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald