Innanlands

CO2-útlát: Føroyar eitt av mest dálkandi londunum í heiminum pr. íbúgva

Tað vísir John Petersen á, sum hevur samanborið Føroyar við onnur dálkandi lond

Stabbamynd: John Petersen

Stabbamynd: John Petersen

2018-10-20 13:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í longri tíð hevur John Petersen úr Klaksvík roynt at funnið data fyri CO2 útlát fyri Føroyar, og í Degi & Viku í gjárkvøldið vórðu tølini løgd fram.

- Eg havi nú gjørt eina stabbamynd fyri CO2 útlát hjá nøkrum dálkandi londum, sigur John Petersen í Facebook-dagføring

- Tølini eru tikin frá BP Statistical Review of World Energy 2018, og so havi eg funnið fram til fólkatalið í londunum í 2017 fyri at rokna pr. íbúgva. Her er einki at taka feil av - Føroyar er eitt tað mest dálkandi landið í heiminum.

John Petersen sigur, at vit reypa okkum av hvussu grøn vit eru, men tað eru vit ikki.

- Her er langur vegur á mál, enn veksur føroyska útlátið fyri hvørt ár sum gongur. Nei ikki sær tað út til, at vit eru á rættari leið.

- Komandi tíðin verður ein avbjóðing, og politikararnir hava ALLA ábyrgdina av at minka um útlátið. Eisini mugu vit hyggja uppá okkara fiskiskip og helst fara undir slóðbrótandi gransking fyri at fáa tey grøn, leggur John Petersen afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder