Uttanlands

Coronavirus: Minst tíggju smittað í Danmark

142 fólk eru í karantenu, og heilsmálaráðið og heilsumynduleikar væntað, at fleiri verða smittaði næstu tíðina

Magnus Heunicke er heilsu- og eldramálaráðharri

Magnus Heunicke er heilsu- og eldramálaráðharri

2020-03-04 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í Íslandi er talan mest um fólk, sum hava verið Norðuritalia. Ein av teimum smittaði hevur fyri kortum verið í Iran.

Hetta upplýsti Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Hann upplýsti eisini, at eingin av teimum sum hevur fingið staðfest smittuna er innlagdur. Seinasta stóra samdøgrið hava fimm danir afturat fingið staðfest coronavirus, og tilsamans eru nú 142 fólk í karanetenu,

Danska uttanríkisráðið mælti í gjár frá. at fara óneyðugar ferðir til norðara part av Italia orsaka av corona-smittuvandanum. SAS er eisini steðgað við flúgving sínari til økið

Á tíðindafundinum mælti heilsumynduleikar til at fara í karantenu, um ein hevði verið í einum smitturaktum økið, so sum Norðuritalia. 

Tað kom eisini fram, at tað kann væntast, at økið verða avbyrgd og at almenn tiltøk verða avlýst, um covid-19 heldur fram at spreiða seg í Danmark. Forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, mælir fólki til at ansa eftir hvør øðrum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder