Innanlands

SAS flýgur ikki til Norðuritalia í løtuni

Skandinaviska flogfelagið hevur avlýst allar túrarnar til corona-rakta økið fram til endan av komandi viku

SAS er eisini fyribils steðgað at flúgva til Hong Kong (Mynd: EPA)

SAS er eisini fyribils steðgað at flúgva til Hong Kong (Mynd: EPA)

2020-03-04 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Í gjár mælti danska uttanríkisráðið sínum ríkisborgarum frá at fara óneyðugar ferðir til norðara part av Italia orsaka av corona-smittuvandanum.

Les meira her

Í gjár gjørdi SAS eisini av, at avlýsa allar túrarnar til landslutirnar Emilia-Romagna, Lombardia, Piemonte og Veneto í Norðuritalia fram til mánadagin 16. mars. Tað eru í hesum landslutunum, at covid-19 hevur herjað seinastu tíðina.

Tað er væl møguligt, at fleiri ferðir verða avlýstar. Tey sum hava goldið fyri ein ferðaseðil, fáa han afturgoldnan, boðar SAS frá.

SAS flýgur ikki til Kina ella Hong Kong í løtuni, og tað eru fleiri flogfeløg kring heim, sum ikki flúgva til Kina í løtuni orsaka av óttanum fyri coronavirusinum.  

Støðan í norðara parti av Italia hevur ikki verið góð seinastu tíðina, og fleiri fólk eru deyð orsaka av virusinum. Nógv ferðafólk eru vorðin smittaði í økinum, og stór almenn tiltøk, so sum fótbóltsdystir eru avlýst ella útsett. 

Les eisini: Stødan í Íslandi er versnað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder