Sørvágs Country & Blues Festivalur hevur nú ásett dato fyri festivalin í 2019. Ongantíð fyrr hava so nógvir gestir vitjað festivalin í Sørvági sum í ár. Festivalurin varð hildin í framúr góðum veðri og viđ stórslignum konsertum.
Við nýggju country-appini og støðugari upplýsing á country-síðuni á Facebook, hepnaðist at gera festivalin sjónligan í radaranum. Við metnógvum gestum og 180 kampingvognum er vikuskiftið farið afturum í øllum góðum.
Onkrar broytingar vórðu gjørdar beint undan festivalinum, sum leiðslan fekk avgreitt, soleiðis at fólk mistu sum minst. Nú er greitt, nær næsti Country & Blues Festivalur verður hildin. Fyrireikararnir hava gjørt av, at festivalurin í 2019 verður hildin í døgunum 14.-15. juni 2019.
Longu nú eru fólk farin at bíleggja pláss til kampingvognin til festivalin 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald