Mentan

Countryfestivalurin: - Forsølan gingið nógv betur enn vanligt

Øll húsbilapláss á festivalinum eru seld

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-13 15:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag er fyrsta tiltakið á skránni hjá Country- og Blues festivalinum, tá eldratiltak verður í fimleikahøllini. Men í morgin byrjar festivalurin veruliga, tá festivalurin verður settur klokkan 19.00. 

Og Allan L. Samuelsen, ið stendur fyri tónleikinum á festivalinum sigur, at tað hevur gingið heilt væl at selja atgongumerkir í ár. 

- Forsølan hevur ginið nógv betur enn vanliga. Ofta hevur ein stórur partur verði seldur í durðasølu, greiðir Allan L. Samuelsen. Hann sigur, at atgongumerkir enn eru eftir, men hann veit ikki júst hvussu nógv. Og onnur, sum samskipa festivalin vátta fyri Portalinum, at sølan hevur gingið væl, men at tey ikki vita reiðiliga hvussu væl, fyrr enn eftir festivalin. 

Allan L. Samuelsen lovar annars, at festivalurin hevur nógv gott at bjóða í ár. 

- Tað verður nógvur góður tónleikur innan allar sjangrur í country- og blues tónleiki. Og so verða eisini fleiri ymiskir matbásar, sigur Allan L. Samuelsen, sum leggur afturat, at stemningurin eisini ofta verður góður, tí Sørvingar taka væl ímóti fólki. 

- Tey siga fyri mær, at nógvir sørvingar hava hurðarnar opnar fyri gestum, greiðir tónleikasamskiparin frá. Hann leggur eisini afturat, at øll húsbilapláss eru seld. 

- Talan er um eini 150 til 170 pláss og nógv standa á bíðilista. Í gjár vóru eini 100 húsbilar longu komnir á festivalin, sigur Allan L. Samuelsen, ið roknar við at nógvir gestir eisini koma afturat, um veðrið verður gott. 

- Og vit tora ikki at siga tað hart, men veðurforsøgnirnar eru góðar, sigur ein spentur fyrireikari at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder