Innanlands

Cruice-skip sleppa ikki á Havnina á ólavsøku

Høvuðsstaðurin hevur longu tikið fyrsta stig til at avmarka cruise-vinnuna, sigur varaborgarstjórin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-02-08 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar havn hevur longu tikið fyrsta stig at seta avmarkingar fyri atgongdini hjá stórum ferðamannaskipum – teimum sokallaðu cruise-skipunum – í høvuðsstaðnum.

Gunvør Balle, varaborgarstjóri, skrivar í dag, at vinnunevndin hjá býráðnum hevur samtykt, at Tórshavnar havn ikki skal loyva skipum at vitja í høvuðsstaðnum á ólavsøku.

”Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara og tí eitt serliga viðkvæmt tíðarskeið á árinum. Um vit ímynda okkum at eitt ella fleiri av teimum størstu cruise skipunum við fleiri túsund ferðafólkum eru á Havnini hesar dagarnar, kann ávirkanin gerast so stór at tað fer at kennast negativt fyri okkum, ið búgva her”, skrivar Gunvør Balle í skrivinum, har hon tekur fult undir við Visit Faroe Islands, sum í menningarætlanini fyri ferðavinnuni mælir til at seta avmarkingar fyri hesum stóru ferðamannaskipum.

Hon heldur ikki, at cruise-skip skulu bannast, tí henda vinnan hevur ”ávísan týdning fyri búskapin”.

Men hon mælir til at seta mørk fyri hvussu nógv skip, vit vilja hava, og serliga hvussu nógv at teimum heilt stóru.

Sí viðmerkingina hjá Gunvør Balle á lesarin.fo 

Sí eisini: Ferðavinnan skal preservolusjonerast 

[object Object]
Gunvør Balle, varaborgarstjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder