Innanlands

Cruiseskip í havsneyð í Noregi

1300 ferðafólk verða nú flogin til lands við tyrlu

Viking Sky er í havsneyð uttanfyri Romsdal í Noregi

Viking Sky er í havsneyð uttanfyri Romsdal í Noregi

2019-03-23 15:45 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Cruiseskipið Viking Sky er í havsneyð við Romsdal í Noregi, har talan er um ringan storm. 1300 ferðafólk eru umborð, og tey verða nú flogin í land við Tyrlu. Tað skrivar VG.no. 

Skipið hevur trupulleikar við motorinum og hevur rikið ímóti landi. Men seinasta hálva tíman hevur skipið ligið stilt, tí akkerið er slept. 

Eitt eygnavitni sigur við VG.no, at skipið hellur illa, men at støðan er betri nú, enn hon hevur verið. 

[object Object]Myrkabláa skipið miðskeiðis í myndini er Viking Sky (Mynd: Marine traffic/Skýggjamynd) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder