Í dag fer uppskot um at føroyska og dagføra kapittul 14 – 19 í revsilógini til
1. viðgerð í Løgtinginum. Tingfundurin byrjaði kl. 10.00, og málið er nummar 4 á skrá.
Kapittlarnir snúgva seg um hesi brotsverk:
Kapittul 14: Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a.
Kapittul 15: Brotsverk ímóti landaskili og friði.
Kapittul 16: Brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a.
Kapittul 17: Følsk frágreiðing og følsk ákæra.
Kapittul 18: Brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum.
Kapittul 19: Skjalafalsan.
Uppskotið inniber millum annað, at persónar í almennum starvi verða betri vard móti harðskapi og hóttanum, skrivar Løgmansskrivstovan.
Eisini verður ásett, at tá ið revsing skal ásetast fyri at geva almennum myndugleika ósannar upplýsingar, við tilætlan um, at ein ósekur harvið verður skuldsettur ella dømdur, skal dentur leggjast á hesi viðurskifti:
- hvat sermerkir tey revsiverdu viðurskiftini, sum óbeinu upplýsingarnar snúgva seg um
- á umstøðurnar, tá ið upplýsingarnar vórðu givnar
- og á ta eyðmýking, sum er knýtt at tí at lata upplýsingarnar.
Harumframt verður ein nýggj áseting um at hvítvaska pening sett inn í revsilógina.
Revsilógin verður samstundis eisini í ein ávísan mun tillagað til føroysk viðurskifti.
Tá ið hendan dagføringin er gjørd, er umleið helvtin av revsilógin týdd til føroyskt.
Arbeiðið at føroyska og dagføra alla revsilógina verður væntandi liðugt í 2021/22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald