Innanlands

Dagny Hellisdal fyrsti skrivstovunæmingur hjá Sunda kommunu

Hon hevur lært seinastu árini og heldur fram í umsitingini

2025-03-06 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í farnu viku var heiðursløta á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommuna á Oyrabakka.

Tað var eisini ein søgulig løta fyri kommununa, sum hevur verið til í tjúgu ár. Hetta var fyrstu ferð, at ein skrivstovunæmingur er útbúgvin í Sunda kommunu.

Talan er um Dagny Hellisdal, sum upprunaliga er av Argjum men býr á Norðskála. Hon hevur lært seinastu mongu mánaðirnar og er nú liðug.

- Dagny hevur verið sera nærløgd og arbeiðssom í umsitingini hesi árini, og í gerandisdegnum hevur hon tættast samskifti við allar okkara borgarar, sum venda sær til kommunuskrivstovuna. Tí er hetta fyri okkum eitt sera týdningarmikið starvsøkið.

Soleiðis skrivar Sunda kommuna, ið samstundis boðar frá, at Dagny Hellisdal heldur fram í umsitingini hjá Sunda kommun, nú hon er útlærd.

[object Object]
Eyðstein Zachariasen (borgarstjóri), Dagny Hellisdal, Ragnhild Mørkøre (lærumeistarin hjá Dagny) og Erland Berg Danielsen, kommunustjóri (Mynd: sunda.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder