Í februar mánaði verður Dagsins yrking aftur at hoyra í útvarpinum.
Í februar í fjør var tátturin á fyrsta sinni settur á skrá. Dagsins yrking fekk góða undirtøku, og tí er avgerð tikin um at taka táttin uppaftur í ár.
Hvønn yrkadag – mánadag til fríggjadag klokkan 12 – verður ein yrking at hoyra í útvarpinum. Í alt er talan um 20 yrkingar.
Tað verða seks yrkjarar og fýra sjónleikarar, ið fara at lesa upprunaføroyskar yrkingar. Bókmentaráðið hjá kringvarpinum hevur skipað fyri og valt út so ymiskt og fjølbroytt sum gjørligt.
Í bókmentaráðnum eru Marjun Syderbø Kjelnæs og Bergur Rasmussen fyri Rithøvundafelagið, og fyri Kringvarpið eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald