Barna- og ungdómsdeildin og Barnaverndartænstan, í Tórshavnar kommunu, fara undir eitt skipað samstarv millum dagstovnaøkið og Barnaverndartænastuna.
Samstarvið er av slíkum slag, at sosialráðgevi kemur út á dagstovnar at ráðgeva regluliga nakrar ferðir árliga. Siðvenjan hevur verið, at starvsfólk á dagstovnunum hava vent sær til barnaverndartænastuna. Tað fara teir framvegis at gera, tá ið tørvur er á tí, men við nýggja samstarvsháttinum, verður samskiftið regluligari, tættari og á sjálvum dagstovnunum, skrivar kommunan á heimasíðuni. Vitjanin kann brúkast til at styrkja seg sosialfakliga og til vegleiðing um ymiskt, ið viðvíkur børnunum. Ítøkilig mál verða bert umrødd við samtykki frá foreldrum/verja, annars verður arbeitt við dømisøgum (keysum).
Í nøkur ár hevur ein slík samstarvs- og samskiftisskipan verið millum barnaverndartænastuna og skúlaøkið í kommununi. Fyri einstaka barnið og námsfrøðiliga arbeiðið eru tað stórir fyrimunir, at eitt slíkt samstarv kemur at virka. Tað er við til at veita børnum, vit annars kunnu vera í iva og stúrin um, røttu hjálpina so tíðliga, sum til ber. Í øðrum londum verður víst á, at bæði fráboðanir og hjálp til einstaka barnið verður veitt fyrr eftir at skipað samskifti er millum dagstovn og sosialráðgeva.
Tað er ein av uppgávunum hjá Barnaverndartænastuni at skipa fyri tvørfakligum samstarvi og at upplýsa, ráðgeva um barnavernd og at tryggja børnum góð kor og menningarmøguleikar. Tað er tí ein felags uppgáva, bæði á dagstovnaøkinum og hjá barnaverndartænastuni, at tryggja og arbeiða við barnsins menning.
Dagstovnaleiðarar og sosialráðgevar hava verið á skeið á heystið í 2018 í arbeiðsháttinum “Signs og Safety” fyri at hava eitt felags grundarlag at arbeiða út frá. Framhaldandi fara dagstovnaleiðarin og sosialráðgevin at samstarva um innihaldið á vitjanunum á einstaka dagstovninum.
Í fyrstu atløgu verður skipaða samstarvið gjørt sum ein verkætlan fyri ávísar stovnar. Síðani verður verkætlanin eftirmett. Ætlanin er, at samstarvið gerst regluligt á øllum dagstovnunum.
Í januar 2019 byrjaði samarbeiðið á fyrstu dagstovnunum í kommununi.
Innanlands
Dagstovnaøkið og barnaverndartænastan í skipað samstarv
Barna- og ungdómsdeildin og Barnaverndartænstan, í Tórshavnar kommunu, fara undir eitt skipað samstarv millum dagstovnaøkið og Barnaverndartænastuna
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-02-27 18:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald