Innanlands

Dagstovnar í Klaksvík til jólagudstænastu í Christianskirkjuni

Í dag var árliga jólagudstænastan fyri dagstovnar í Klaksvík

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-12-19 17:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag var árliga jólagudstænastan fyri dagstovnar í Klaksvík, og vóru fleiri hundrað børn savnað saman í Christianskirkuni fyri at hoyra Marjuna Lómaklett greiða fra jólaevangeliinum.

Í kirkjuni í morgun bjóðaði Marjun Lómaklett, prestur, vælkomin og eftir tað luttóku børn frá Útistovu og Gerðastovu við lucia-gongu og setti tað ein serliga dám á løtuna. Aftaná at Marjun hevði greitt frá jólaevangeliinum, framførdi skúlakórið  á Skúlatrøð tveir sangir. Tey framførdu vøkru løgini Kvirra og Kveik eitt lítið ljós, og luttóku tey eisini, tá børnini sungu kenda sunnudagsskúla sangin ’Mín Gud er so stórur’, tá rungaði tað verðuliga í kirkjurúminum.

Sí myndir frá jólagudstænastuni á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder