![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Pippi, Mumi og, Klintrimús. Tað eru bara tríggir av dýrgripunum í norðurlendsku barnabókmentunum, sum gjøgnum árini hava hugbundið bæði børn og vaksin. Men eisini hava hesi knýtt okkum saman í ein norðurlendskan felagsskap.
Og komandi tíðina fara børnini á dagstovnunum í Runavíkar kommunu at møta einum nýggjum ættarliði av norðurlendskum barnabókmentum. Stovnarnir í kommununi eru nevniliga við í norðurlendskum átaki, sum koyrir í útvaldum kommunum í Noregi, Svøríki og Føroyum.
Tað er Føroyar lesa, sum stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini.
Talan er um eitt lesiátak sum eitur Bókabyrjan, og samantvinnar hetta dagstovnar og lokalu heilsufrøðingar hjá Gigni.
Lesiátakið hevur tvey høvuðsendamál: Málmenning og norðurlendskar søgur.
- At lesa fyri børnum styrkir málmenningina. Harumframt skulu børnini eisini hoyra søgur úr hinum norðurlondunum fyri at geva børnunum eina kenslu av norðurlendska felagsskapinum.
Saman fara dagstovnarnir í í kommununum at lesa tríggjar bøkur: "Neyðars skrímsl" eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler, Áslaug Jónsdóttir, "Træið" eftir Bárð Oskarsson og "Øll telja við" eftir Kristin Roskifte.
Átakið røkkur tó ikki bert til dagstovnarnar í Runavíkar kommunu. Í næstum verður serligt tilfar um lesing týtt til føroyskt og latið Gigni, sum heilsufrøðingarnir fara at lata nýbakaðum foreldrunum í kommununi.
Lesiátakið Bókabyrjan er samstav millum Føroya lesa, Bókaklubban, Bókasavnið við Løkin, Gigni og Runavíkar kommunu.
Runavíkar Kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald