Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Dalstunlinum, men áðrenn tunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum roynast í einari venjing.
Venjingin var fríggjadagin 10. juli. Umleið 40 fólk frá Politinum, Húsavíkar og Sands Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndi tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum.
Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.
Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, hevur tikið saman um niðurstøðurnar og góðkent tilbúgvingina í Dalstunlinum.
Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Dalstunnilin uppfyllir øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Dalstunniln til almenna ferðslu.
Landsverk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald