Corona-virussið er nú komið til Evropa. Frakland hevur váttað, at tríggir persónar í landinum eru smittaðir, og í gjárkvøldið var váttað, at í Týskland vórðu tveir persónar kannaðir fyri virussið, ið er komið úr Kina. Perónar hava eisini verið kannaðir í Malmö, og í kvøld vátta danskir miðlar, at ein persónur, sum er innlagdur í Aarhus, verður kannaður fyri Corona.
Aldur og kyn er óvist, men DR skrivar, at viðkomandi fyri kortum hevur verið í Hubei-landslutinum. Milliónabýurin Wuhan liggur í hesum landslutinum, og tað er har, at smittan stavar frá. Upp ímóti 5.000 fólk í Kina eru smittaði, og nakað yvir 100 fólk eru deyð.
Tað hevur verið mett at vera ósannlíkt, at virussið fór at koma til Danmarkar, men sjúkrahús kring landið hava gjørt seg til reiðar. Tey ið viðgerða persónin í Aarhus eru í verndardrakt, og blóðroyndir verða tiknar, ið skulu staðfesta ella avvísa, at talan er Corona-virus.
Innanlands
Dani verður kannaður fyri Corona-virus
Viðkomandi hevur verið í Hubei-landslutinum í Kina, og er nú avbyrgdur á einari sjúkrastovu á Aarhus Universitetshospital
Persónurin ið møguliga er smittaður kemur til sjúkrahúsi (Mynd: dr.dk)
2020-01-28 18:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald