Innanlands

Dania hevur í dag tikið við í Sørvági

37-ára gamla Dania Niclasen avloysir Eyð Niclasen í starvinum sum skúlastjóri. Seinastu sjey árini hevur hon verið einalærari í skúlanum í Haraldssundi

Elsebeth Davidsen, varaborgarstjóri, Eyð Niclasen, fráfarandi skúlastjóri, og Dania Niclasen, nýggjur skúlastjóri. (Mynd: Heini Tavsen/sorvag.fo)

Elsebeth Davidsen, varaborgarstjóri, Eyð Niclasen, fráfarandi skúlastjóri, og Dania Niclasen, nýggjur skúlastjóri. (Mynd: Heini Tavsen/sorvag.fo)

2023-05-16 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, týsdagin 16. mai, tók Dania Niclasen við sum skúlastjóri í Sørvági. Hon avloysir Eyð Niclasen, sum hevur verið skúlastjóri síðani november í 2019. Hetta skrivar Sørvágs kommuna í dag.

Í 2019 tók Eyð við fyri Jóhannis Joensen, s eftir nøkur ár í starvinum fór í farloyvi, tí hann varð valdur á ting.

Tað varð Jóhannis aftur í desember 2022, og nú er nýggur skúlastjóri komin í sessin í Sørvági.

Dania Niclasen er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2015. Hon kemur úr starvinum sum einalærari í skúlanum í Haraldssundi, har hon hevur starvast seinastu sjey árini, skrivar sorvagur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder