
Týsdagin 25. apríl eru flaggdagshald á skránni kring landið, og eitt slíkt verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø í Vestmanna.
Haldið har byrjar klokkan 15 við Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin.
Heimasíðan vestmanna.fo skrivar, at Sanna Bæk Hoydal og Janus Trúgvason framføra tveir sangir, og at "Sjá tú blánar" og "Tú alfagra land mítt" - flaggsangurin og tjóðsangurin - eru sum felagssangir.
Tað er Dánial Hoydal, ið flytur fram fram flaggdagsrøðu í Vestmanna.
Eftir haldið verður Flaggdagsrenning, ogí Auluni verður framsýning av handaligum arbeiði, sum kvøldskúlin skipar fyri, boðar Vestmanna kommuna frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald