Mentan

Daniel Craig: Børnini skulu ikki arva mínar pengar

Bretski sjónleikarin hevur forvunnið nógvar milliónir við at spæla leiklutin sum agent 007, men hann ætlar sær at sleppa sær av við alt ríkidømið, áðrenn hann doyr, sigur hann

Her sæst Daniel Craig á reyðu langmáttuni uttanfyri Royal Albert Hall í London, har nýggjasti James Bond-filmurin

Her sæst Daniel Craig á reyðu langmáttuni uttanfyri Royal Albert Hall í London, har nýggjasti James Bond-filmurin "No Time To Die" varð frumsýndur í farnu viku (Mynd: EPA)

2021-10-04 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu 15 árini hevur bretski sjónleikarin Daniel Craig verið kendur sum agent 007 í James Bond-røðini, og hesin leikluturin hevur givið honum stóran vinning.

Sambært B.T. hevur 53 ára gamli sjónleikarin m.a. fingið 25 mió. dollarar (161 mió. í okkara krónum) fyri at spæla við í nýggjasta Bond-filminum, "No Time To Die", og mett verður, at hann hevur ognir fyri 160 mió. dollarar, ið svarar til nærum eina mia. krónur.

Tá Daniel Craig í summar tosaði við bretska Candis Magazine segði hann, at hann ikki ætlaði at geva ríkidømi sítt víðari til næsta ættarliðið.

Hann hevur tvær døtur, men líkt er ikki til, at tær skulu gera sær nakrar vónir um at arva nakra stóra upphædd frá honum.

– Eg fari ikki at lata stórar upphæddir vera eftir til komandi ættarlið. Eg haldi, at arvur er ódámiligt. Mín hugsan er, mann skal sleppa sær av við ríkidømið ella geva tað burtur, áðrenn mann doyr, sigur hann.

Daniel Craig er ikki einasti ríkmaður, ið hevur hesa áskoðan. Microsoft-stovnarin Bill Gates og Facebook-stovnarin Mark Zuckerberg hava eisini boðað frá, at teir ynskja at burturluta meginpartin av teirra ríkidømi. Heimskendi íløgumaðurin Warren Buffett hevur eisini sagt, at hann heldur, at hansara pengar høvdu verið betri brúktir til vælgerandi endamál enn sum arv til børn hansara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder