Nú í heyst verður 25. James Bond-filmurin "No Time To Die" endiliga at síggja í biografunum eftir at frumsýningin fleiri ferðir hevur verið útsett vegna koronu. Nýggi filmurin, sum m.a. inniheldur upptøkur úr Kalsoynni, er eisini síðsti filmurin við 53 ára gamla Daniel Craig í høvuðsleiklutinum.
Daniel Craig hevur havt leiklutin sum bretski MI6-agenturin í fimm filmum. Tann fyrsti var "Casino Royale" í 2006, og tann síðsti verður, sum áður nevnt, "No Time To Die". Nú Daniel Craig gevst í leiklutinum, hava nógvar gitingar verið um, hvør kundi verið eftirmaður hansara.
Í sambandi við, at nýggi filmurin "No Time To Die" presenterar okkum fyri fyrsta kvinnuliga 00-agentinum (spæld av Lashana Lynch), hevur kjak stungið seg upp um, um tíðin ikki er komin at hava ein kvinnuligan ella littan James Bond, men tað heldur Daniel Craig ikki.
– Har eiga at vera betri leiklutir fyri kvinnuligar og littar sjónleikarar. Hví skuldi ein kvinna spæla James Bond, tá har burdi verið ein leiklutur, sum er eins góður, bara til eina kvinnu?
Barbara Brocolli, framleiðari er samd við Daniel Craig.
– Vit mugu gera filmar um kvinnur og kvinnusøgur, men vit mugu skapa kvinnuligar karakterir og ikki bara gera teir mannligu til kvinnur, sigur hon.
Sambært B.T. eru fleiri sjónleikarar, sum hava verið nevndir sum møguligi eftirmaðurin hjá Daniel Craig. Millum teirra eru Idris Elba, Tom Hardy, Tom Hiddleston, og Luke Evans.
"No Time To Die" verður frumsýndur í biografunum 30. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald