
Danir hava sett sær fyri at brúka nógvar pengar upp á verjuútreiðslur hesi komandi árini fram til 2033. Í dag hevði danska stjórnin tíðindafund í forsætisráðnum í Christiansborg, har Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri greiddi frá ætlanini hjá stjórnini um at brúka tilsamans 120 milliardir krónur til at dubba donsku verjuna fram til 2033.
50 milliardir skulu brúkast longu í ár og næsta ár til at styrkja danska mótstøðuførið.
- Talan er um eina umfatandi umskipan, sum vit hava verið í holt við í eina tíð í verjumálaráðnum. Um hetta eydnast, eru tað nógv, sum skal umleggjast, segði Troels Lund Poulsen.
Við hesi ætlan fer Danmark at brúka eitt sindur meira enn trý prosent av bruttotjóðarúttøkuni til verjuna, segði verjumálaráðharrin.
Stjórnin og flokkarnir í verjusemjuni hava frammanundan sett knappar 200 milliardir krónur av fram móti 2033.
- Hava drálað ov leingi
Mette Frederiksen, statsministari, sigur, at Danmark og Evropa hava verið drála ov nógv við at gera neyðugar íløgur í verju og trygd í nøkur ár.
Á tíðundafundinum varð hon spurd, um Danmark í veruleikanum skyldar USA og Donald Trump, forseta, eina eina umbering.
- Vit eru í hvussu so er í eini støðu, har Evropa skal gera sítt heimaarbeiði, og tað hevur skund, svaraði Mette Frederiksen.
- Vit eru farin frá at brúka ikki so nógvar pengar til verju og trygd til at brúka nógvar pengar. Og tað viðurkenna amerikanarar, segði hon.
Donald Trump hevur talað fyri, at londini í Nato verjusamgonguni skulu brúka fimm prosent av BTÚ til verju.
Metta Frederiksen viðurkennur at bæði hennara og undanfarnar stjórnir hava slakað í útreiðslunum til at verja landið.
- Týdningarmesta mistakið, og hetta er eini boð til øll í Evropa um aldri at gera hetta aftur: Latið vera við at skera niður upp á verjuna aftur. Skurðurin hevur verið ov djúpur. Vit eru endað ov langt aftaná, segði hon.
Mette Frederiksen fyrireikar danir um, at tey skulu rokna við stórum útreiðslum til verjuna í komandi nógvu árini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald