Uttanlands

Danmark: 30 prosent av teimum smittaðu starvast innan heilsuøkið

Talan er um næstan 3.400 heilsustarvsfólk, sum eru staðfest smittað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-30 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Av teimum gott 11.600, sum eru skrásett smittað við COVID-19 í Danmark, eru 30 prosent fólk, sum starvast innan heilsuøkið.

Tað upplýsir Statens Serum Institut.

Sambært Ritzau er talan um næstan 3.400 fólk – m.a. sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og heilsuhjálparar.

– Hesi tølini siga mær sum heild, at tað er vandamikið at arbeiða á heilsuøkinum, og at myndugleikarnir broyttu strategi ov seint. At byrja við vóru mannagongdirnar og verndarútgerðin ikki nøktandi, sigur Niels Høiby, professari og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum.

Jens Lundgren, professari í ígerðarsjúkum sigur eisini við Berlingske, at tað er gamla kanningarstrategiin, sum er orsøk til hetta. At byrja við vórðu sjúklingar ikki kannaðir, um tey ikki høvdu sjúkueyðkenni, og tí brúktu heilsustarvsfólk heldur ikki verndarútgerð, tá tey vóru saman við teimum.

Havast skal tó eisini í huga, at ein orsøk til, at talið er so høgt er, at fólk, ið starvast á hesum økinum verða mest og oftast kannað.

Sambært worldometers.info hava 11.593 danir fingið staðfest smittuna, og av teimum eru 568 deyð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder