Eisini í Danmark verður fosturtøkulógin endurskoðað, og í heyst kemur Etiska Ráðið í Danmark við tilmæli um, hvørjar broytingar kunnu gerast í lógini.
Tað var í desember, at formaðurin í ráðnum boðaði frá, at mann fór at gera eina meting av fosturtøkulógini fyri fyrstu ferð síðan 2007. Tá varð væntað, at eitt tilmæli fór at verða klárt í summar, men nú verður sagt, at tað verður ikki fyrr enn síðst í september ella fyrst í oktober.
Sambært núverandi fosturtøkulóg í Danmark er tað møguligt at fáa fosturtøku framda til og við 12. viku í viðgongutíðini. Tað er tó eisini í serligum førum loyvt at fáa fosturtøku eftir 12. viku.
Markið fyri fosturtøku í Danmark varð ásett fyri 50 árum síðani, skrivar Ritzau.
Danska stjórnin bíðar eftir tilmælinum frá Etiska Ráðnum, áðrenn hon tekur støðu til fosturtøkumarkið. Eitt nú Eindarlistin hevur skotið upp, at markið verður flutt til 22. viku í viðgongutíðini, meðan fleiri fakfólk hava nevnt eitt mark millum 18 og 22 vikur.
24. mai í ár varð tó boðað frá, at stjórnin ætlar at broyta aldursmarkið fyri fría fosturtøku, so gentur frá 15 til 17 ár kunnu fáa fosturtøku uttan samtykki frá foreldrum. Hetta er tó ikki komið í gildi enn.
Les eisini: Læknafelagið: Fosturtøkulógin skal endurskoðast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald