Innanlands

Danmark fær fyribils búskaparráðkvinnu

Stephanie Lose verður nýggjur limur í donsku stjórnini meðan Jakob Ellemann-Jensen er sjúkrameldaður

Jakob Ellemann og Stephanie Lose (Mynd: Venstre)

Jakob Ellemann og Stephanie Lose (Mynd: Venstre)

2023-03-09 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsustøðan hjá formanninum í danska vinstraflokkinum ger, at Danmark nú fær eina fyribils ráðkvinnu við ábyrgd fyri búskaparmálum.

Tað boðar Vinstriflokkurin frá í dag.

Tað er umleið ein mánaður síðani, at Jakob Ellemann-Jensen varð sjúkrameldaður frá sínum embæti sum verjumálaráðharri.

Síðan tá hava verjumál verið røkt av Troels Lund Poulsen, búskaparmálaráðharra.

Men í dag boðar Jakob Ellemann-Jensen frá, at tað gongur ein tíð áðrenn hann er so mikið birgur, at hann kann átaka sær fulla ábyrgd av verjumálaráðnum aftur.

Og í hesum sambandi boðar Venstre nú frá, at 40 ára gamla Stephanie Lose verður fyribils ráðkvinna við búskaparmálum, meðan Troels Lund Poulsen verður verjumálaráðharri fulla tíð.

Stephanie Lose er næstforkvinna í Venstre, og hon er eisini forkvinna í Region Syddanmark, haðani hon nú tekur farloyvi meðan hon virkar sum ráðkvinna í donsku stjórnini.

Enn er óvist nær Jakob Ellemann-Jensen aftur tekur við sínum politisku uppgávum. Venstre skrivar soleiðis í fráboðan í morgun:

“Hvussu leingi Stephania nú skal virka sum ráðkvinna, vita vit ikki. Vist er tó, at formaðurin vendir aftur. Nú skal hann hava ta tíð, ið er neyðugt fyri at gerast raskur aftur, og so vendir hann aftur sum formaður og verjumálaráðharri, so skjótt hann er klárur.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder