Uttanlands

Danmark: Ferðafólk sleppa ikki at gista í Keypmannahavn

Fyri at minka um smittuspjaðing, sleppa ferðafólk ikki at gista í Keypmannahavn ella Frederiksberg, sigur danski løgmálaráðharrin

Keypmannahavn (Savnsmynd)

Keypmannahavn (Savnsmynd)

2020-05-29 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag boðaði danski forsætisráðharrin frá, at Danmark letur mørkini upp fyri ferðafólki úr Noregi, Íslandi og Týsklandi 15. juni – tó sleppa tey ikki at gista í høvuðsstaðnum.

Ferðafólk, sum koma til landið skulu skjalprógva, at tey hava bílagt gisting uttanfyri Keypmannahavn.

Les eisini: Norðmenn, týskarar og íslendingar sleppa aftur til Danmarkar

– Keypmannahavnar og Frederiksberg kommuna verða umfataðar av hesu skipanini fyri at minka um smittuvandan. Mann fer ikki at sleppa at ferðast í teimum báðum kommununum, sigur danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup.

Eisini er krav, at ferðafólk skulu hava bílagt sær uppihald í í minsta lagi seks nætur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder