Uttanlands

Danmark kann ikki fáa floksimmunitet

Um koppsetingarnar riggaðu 100 prosent móti teimum frábrigdunum, sum gera um seg nú, og vit høvdu koppsett 100 prosent av teimum, sum eru 12 ár og eldri, hevði talan verið um floksimmunitet móti Delta-frábridginum, sigur deildarleiðari hjá Statens Serum Institut

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-06 17:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danmark fer ikki at røkka floksimmunitet. Tað sigur Tyra Grove Kruse, deildarleiðari hjá Statens Serum Institut við B.T.

– Um koppsetingarnar riggaðu 100 prosent móti teimum frábrigdunum, sum gera um seg nú, og vit høvdu koppsett 100 prosent av teimum, sum eru 12 ár og eldri, hevði talan verið um floksimmunitet móti Delta-frábridginum. Men soleiðis er veruleikin tíverri ikki, tað ber ikki til, sigur hon.

Hóast Danmark hevur koppsett ein stóran part av fólkatalinum, kann ikki sleppast undan, at smittutalið brádliga fer at vaksa, sigur hon.

– Fyri at fáa floksimunnitet móti Delta-frábrigdinum, skal 85 prosent av fólkinum hava mótstøðuføri, men sjálvt um mann kemur hartil, kann mann ikki sleppa undan smittuútbrotum, sigur hon.

Eitt, sum hon sigur seg stúra fyri, eru yngru børnini, sum kunnu verða smittaði, men sum ikki eru koppsett.

– Tey eru savnaði á dagstovnum og í skúlum. Her fara vit at síggja útbrot koamndi tveir mánaðirnir, og tað kann spreiða seg til familjur, og til ommur og abbar, sum kanska ikki hava fingið fulla verju av koppsetingini, sigur Tyra Grove Kruse.

– Tað, sum er umráðandi er virknaðurin av koppsetingini, og hvussu leingi hon riggar. Tað eru hesi bæði tingini, sum avgera, hvussu farsóttin mennist. Tað er nakað, vit skulu eygleiða. Tað er ov tíðliga at sleppa smittuni leysa, tí vit hava enn ikki koppsett nóg nógv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder