Uttanlands

Danmark letur óbrúktar skamtir til Afrika

Og fær yvirskot – av rætta merkinum – úr Rumenia

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-01 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin hevur tikið avgerð um at lata altjóða koppsetingarsamstarvinum Covax eina millión koppsetingarskamtar frá AstraZeneca, sum Danmark ikki brúkar. 300.000 av skamtunum eru oyamerktir til lond í Norðurafrika.

Tað upplýsir danska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.

Covax er eitt koppsetingarsamstarv undir heimsheilsustovninum WHO. Samstarvið stendur fyri at fáa út vaksinu til menningarlond undir koronakreppuni.

Sambært danska ráðharranum fyri menningarsamstarv, Flemming Møller Mortensen, er tað stórur tørvur á at fáa koppsetingarevni út til menningarlondini.

- Hóast tað gongur framá her hjá okkum, so herjar koronafarstóttin framvegis kring um í heiminum. Tað eru serliga londunum, har inntøkan er lág. Eg fegnist um, at vit nú kunnu hjálpa Covax samstarvinum við einari millión skamtum, sigur danski ráðharrin sambært Ritzau.

Talan er um vaksinur frá AstraZeneca, sum Danmark hevur keypt og goldið.

Heilivágurin varð ætlaður at brúka í Danmark, men eftir at heilsumyndugleikarnir tóku henda heilivágin úr donsku koppsetingarætlanini, verður hann nú latin burtur.

Talan er um fyrstu av tilsamans trimum milliónum skamtum, sum danska stjórnin fer at lata menningarlondum í ár.

Tá skamtarnir eru klárir frá verksmiðjuni, verða teir latnir beinleiðis til Covax, sum ger av, hvørji lond skulu fáa gagn av gávuni.

At danska stjórnin vísir serligan áhuga fyri londunum í Norðurafrika, er – umframt at tey eru hart rakt – at tað er evropeiskur áhugi at fáa so nógv sum gjørligt koppsett her.

- Tað er greitt, at vit hava natúrlig áhugamál í, at okkara grannar fyri sunnan fáa tamarhald á covid-19 støðuni. Bæði fyri teirra egna besta, og sjálvandi eisini fyri at vit ikki skulu uppliva nýggjar uppblómingar av smittuni tætt við Evropa, sigur Flemming Møller Mortensen.

Danmark hevur fyrr latið umleið 358.000 skamtar frá AstraZeneca ti Kenja í Eysturafrika. Samstundis hevur danska stjórnin tryggja sær yvir eina hálva millión skamtir av slagnum Prizer/BioNTec úr Rumenia. Hesir skemtir eru til yvurs orsaka av mótstøðu móti koppseting í Rumenia. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder