Innanlands

Danmark sendir herfólk til Grønlands

Skulu slóða fyri eini størri deild av donskum herfólkum í Grønlandi í komandi tíðum

Arktisk kommando hevur høvuðssæti í Nuuk (Savnsmynd: Sermitsiaq)

Arktisk kommando hevur høvuðssæti í Nuuk (Savnsmynd: Sermitsiaq)

2026-01-14 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska verjan er farin undir at senda hernaðarútgerð og fólk til Grønlands at gera seg til reiðar at taka ímóti størri herdeildum frá donsku verjuni, skrivar Danmarks Radio.

Hetta hendir eftir at USA í fleiri vikur hevur víst á ynskini hjá Trump forseta um at yvirtaka Grønland og hansara ábreiðslum um, at Danmark ikki hevur neyðuga verjuna av oynni.

Í fyrstu atløgu er talan um eina sokallaða ‘forkommando’, ið er send til Grønlands. Uppgávan hjá hesum fólkum er at fyrireika móttøkuna av størri herdeildum.

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, segði í gjár eftir eina kunning til uttanríkispolitisku nevndina á Fólkatingi, segði hann við fjølmiðlar, at tosað verður um at senda eina vælmannaða herdeild til Grønlands.

- Vit fara nú víðari í spurninginum um størri nærveru hjá donsku verjuni í Grønlandi, men eisini um møguleika fyri luttøku frá øðrum londum, segði hann.

Verjumálaráðharrin lýsti støðuna sum eitt ‘greitt svar uppá avbjóðingarnar, sum Arktis er í’.

Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum Naalakkersuisut, kom eisini inn á verjuna av Grønlandi í samrøðu við grønlendskar miðlar í gjár.

- Danska verjan hevur verið meira sjónlig í eina tíð nú. Vit hava gjørt avtalu við Danmark um sokallaðar kapasitetspakkar, og hetta inniber stórar íløgur í eftirlit og tilbúgving. Vit hava eisini havt eina stóra Nato-venjing í Grønlandi, og slíkar venjingar vera eisini í framtíðini. Tí skal tú verja Grønland, so er neyðugt, at tú kennir Grønland, segði grønlendski landssstýrisformaðurin.

Arktisk Kommando tekur sær av verjuni í og kring Grønland, og hevur høvuðssæti í Nuuk. Har starvast í løtuni 150 fólk. Sjóverjuskip (bæði í Grønlandi og Føroyum, -red.), flogfør, tyrlur og Sirius-sletupatrúljan virka undir Arktisk kommando.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder