Uttanlands

Danmark sleppur undan ølkrisuni

Donsk bryggjarí siga nú, at tey fáa levera koltvísúrni innan nakrar dagar

2018-06-29 08:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mangul á koltvísúrni í Evropa hevur skapt óttan millum bryggjarí. Í Føroyum hevur hetta merkt, at vandi er fyri at summir leverandørar ikki vita, um teir fáa levera koltvísúrni til eitt nú Okkara komandi dagarnar, og í grannalondum okkara hava stór bryggjarí, sum eitt nú Carlsberg, ikki bryggjað sodavatn í Danmark og Svøríki seinastu dagarnar.

Brygging av øli hevur eisini fingið eitt skot fyri bógvin. Carlsberg hevur bert kunna bryggjað øl á einum av sínum bryggjaríum í Danmark, meðan fleiri bryggjarí í Bretlandi og Noregi hava steðga framleiðslu.

Men nú er ljós fyri framman fyri teimum í Danmark, sum dáma at njóta eina øl. Fleiri donsk bryggjarí boða frá, at tey hava fingið at vita, at tey fáa levera koltvísúrni í einum av komandi døgunum. Skafte Øl og Vand sigur, at tey hava fingið boð um, at leveringin av koltvísúrni verður vanlig innan 10 dagar. Eisini Svaneke Bryghus sigur, at nú fer alt aftur til tað vanliga, skrivar Danmarks Radio.

Einasta bryggjaríið í Danmark, sum er komið nøkulunda væl gjøgnum kreppuna seinastu tíðina, er Carlsberg. Teirra bryggjarí í Fredericia er sjálvbjargin við framleiðslu av koltvísúrni.

Í Noregi mátti Aass bryggjarí í gjár steðga allari framleiðslu av vørum við koltvísúrni. Stórur vandi er fyri at Hansa Borg eisini má steðga framleiðslu skjótt. Størsta bryggjaríið í Noregi, Ringnes, sigur tó, at nú boð eru komin um at koltvísúrni er á veg, fara tey at klára seg gjøgnum kreppuna.

Í Bretlandi stendur verri til. Ei Group, sum eigur 4500 pubbir í Onglandi, hava boðað frá, at tey nú mangla fleiri ymisk sløg av øli. Støðan í Onglandi er serliga ring, tí at har bert er ein bretskur framleiðari, sum leverar koltvísúrni í løtuni.

Les eisini:

Vit klára okkum higartil

Enn ávirkar tað ikki Okkara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder