2018-08-23 23:52
Stutt fyri midnátt fór Dannebrog um Molan, og setti kós norðeftir.
Kongaskipið kom á Havnina klokkan 9 í morgun, og í allan dag hava krúnprinsafamiljan vitjað í ymsum støðum í Havn, og í kvøld var løgmaður vertur fyri veitsludøgurða í Norðurlandahúsinum.
Eftir skránni skal Dannebrog koma á Klaksvík klokkan 9 í morgin árini.
Í morgin verður vitjað í Klaksvík, á Kirkju, í Hattarvík og í Mikladali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald