- Hetta er ikki fyrstu ferð tað er hent. Eg havi verið ríkisumboð á tveimum flaggdøgum nú, og í fjør varð flaggið eisini tikið niður.
Tað sigur Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsfólk í Føroyum, sum sigur at tað vísir seg at henda stundum á flaggdegnum, at Dannebrog verður skorið ella tikið niður. Hon veit, at tað eisini er hent, áðrenn hon gjørdist ríkisumboð.
- Men vit hava ikki upplivað tað aðrar merkisdagar á árinum, leggur hon afturat.
Ríkisumboðskvinnan er stødd í Danmark beint nú, har hon hevur verið á ymiskum fundum síðani páskir. Tí var hon heldur ikki í Føroyum í gjár, tá Dannebrog varð skorið niður í amtmansgarðinum. Men hon hevur tikið støðu til, hvat skal gerast við málið.
- Eg havi als ongar ætlanir um at melda málið. Talan er helst um dreingjalótir og onkran, sum kanska ikki hevur hugsað seg so væl um, sigur ríkisumboðið. Hon er tó glað um, at tey flestu hildu gerðina vera skeiva.
- Fleiri fólk hava vent sær til mín privat og sagt, at tey als ikki halda hetta vera í ordan. Eg síggi eisini á kjakinum á sosialu miðlunum, at fólk ikki halda tað verða í ordan at vanvirða flaggið á hendan hátt, greiðir Lene Moyell Johansen. Hon sigur eisini, at hon als ikki hevur tikið tað persónliga, men at hon kennir seg vælkomnan í Føroyum.
Dannebrog flaggar næstan allar dagar á árinum í Amtmansgarðinum. Spurningurin er tí, um tað er rætt, at tað veittrar á føroyska flaggdegnum eisini?
- Eg veit at tað eru deildar meiningar um, hvørt vit eiga at flagga við Dannebrog á eitt nú flaggdegnum. Men vit fylgja einari flaggskipan hjá danska løgmálaráðnum, sigur Lene Moyell Johansen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald