2020-04-18 12:20
Í kvøld klokkan 21 spæla Danny og Ingi beinleiðis konsert á torsgota.fo.
Teir eru nokk tað tættasta, vit koma einum føroyskum boybandi. Teir hava alt, ið krevst – lekkrir, bleytir og so gera teir poppløg, ið fáa øll at syngja og dansa við. Og at dansa og syngja er júst tað, vit mugu gera meir av í hesum tíðum.
Vit tosa sjálvandi um Inga og Danny, sum leygarkvøldið spæla á Reinsarínum.
Hóast tað kann tykjast leingi til sunnukvøldini í mai, og til at vit aftur sleppa út at finna ta fittastu, so kunnu vit stytta okkum stundir og tune’a inn á www.torsgota.fo/stroyming leygarkvøldið kl. 21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald