Mentan

Danny & the Veetos framvegis aktuellir

Konsertin á Tórsfest í kvøld var greitt tekin um, at fólk framvegis elska Danny & the Veetos

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-21 03:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tað eru tvey ár síðani at teir hittaðu við løgum sum “Sunnukvøld í mai“ og “Alright“, so eru Danny Baldursson og hinir í Danny & the Veetos framvegis væl umtóktir millum fólk.

Tað var konsetin á Tórsfest eitt greitt tekin um. Tí við góðu gomlu sangunum, sangum frá Inga Poulsen sum eisini var á palli, og nýggjum løgum livdi alt framman fyri lítla pallin.  Lítla pallin, sum fyrr á kvøldinum hevði ljóðtrupulleikar. Einki var tó at hoyra til hetta tá Danny & the Veetos spældi.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Danny & the Veetos, sum onkuntíð hevur talt upp í átta var í kvøld ikki líka væl mannað. Ein ávís útskifting hevur verið í bólkinum, og Rúni Hentze, sum enn er við í bólkinum, og vanliga spælur trompet, var ikki við í kvøld. Tað órógvaði ikki sum so, tí trompettónarnar høvdu teir tikið upp áðrenn.

Nýggja lagið “Why am I running” varð spælt, og tað ber boð um spennandi tíðir fyri Danny & the Veeotos. Fjøldini á Vaglinum dámdi í øllum førum tónarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder