Uttanlands

Danska loftúmið stongt fyri sivilum dronum í komandi viku

Danmark verður vertur fyri ES-toppfundi, og ynskja myndugleikarnir ikki, at dronur skulu skapa ótryggleika og órógv, eftir illgrunasama dronuvirksemið, sum hevur verið seinastu dagarnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-09-28 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku verður loftrúmið hjá Danmark stongt fyri sivilari dronuflúgving.

Hetta boðar danska samferðslumálaráðið frá, eftir at fleiri hendingar við illgrunasamum dronuvirksemi hevur verið í Danmark seinastu dagarnar.

Tað verður galdandi frá í morgin, 29. september fram til fríggjadagin 3. oktober.

Orsøkin er, at Danmark í komandi viku er vertur fyri ES-toppfundi.

– Vit kunnu ikki góðtaka, at fremmandar dronur skapa ótryggleika og órógv í samfelagnum, sum vit hava upplivað seinastu tíðina, sigur danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen í tíðindaskrivi í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder