Uttanlands

Danska sjóverjan keypir norskar rakettir

Norski og danski verjumálaráðharrarnir fegnast um økt norðurlendskt verjusamstarv

2025-03-06 12:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska sjóverjan hevur keypt NSM-rakettir frá norsku Kongsberg vápnaverksmiðjuni fyri tvær milliardir norskar krónur. Talan er um rakettir, sum skulu veitast fram til 2030 skrivar norskt NTB tíðinastovan.

- Hetta eru góð tíðindi. Framkomnar norskar rakettir á donskum fregattum fara at styrkja norðurlendsku verjuan til havs. Tættari samstarv og betri samspæl millum okkara herstyrkir fer at økja um trygdina í okkara felags øki í norðurhøvum, sigur norski verjumálaráðharrin Tore O. Sandvik í tíðindaskrivi.

Rakettirnar aru av slagnum Naval Strike Missile, NSM, og skulu brúkast ístaðin fyri amerikansku Harpoon-rakettirnar, sum nú eru umborð á fregattunum hjá donsku sjóverjuni.

- Við avtaluni styrkja vit eitt samstarv, sum longu virkar væl. Avtalan er eitt gott dømi um, at norðurlendska verjusamstarvið er tætt og vælvirkandi. Tað er avgerandi fyri okkara felags trygd í einum ótryggum heimi, at vit byggja víðari á og víðka tað norðurlendska samstarvið í komandi árum, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

Kongsberg Defence & Aerospace skal lata rakettirnar – avtalan varð undirskrivað í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder