
Danska stjórnin tekur fult undir við útsøgnina hjá teimum fimm grønlendsku flokforfólkunum, sum finnast at Donald Trump fyri at endurtaka ætlanir um at raka ræðið á Grønlandi.
Tað sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen.
Les eisini: – Hetta góðtaka vit ikki
– Tað átti ikki at verið neyðugt at endurtaka, men Grønland er ein partur av danska kongaríkinum, sigur hon og leggur afturat, at Danmark væntar, at aðrar tjóðir virða teirra landamørk.
– Danska stjórnin tekur fult undir við útsøgnina frá teimum fimm grønlendsku floksleiðarunum. Tað er ein sterk felags útsøgn frá teimum fimm floksleiðarunum, sum sendir eitt greitt signal.
– Eg vil heita á øll um at umrøða Grønland við ta virðing, sum landið hevur uppiborið, sigur danski forsætisráðharrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald