Danski Eldraministarin, Thyra Frank, var í farnu í viku á vitjan í Føroyum. Hon vitjaði fleiri kommunur, eitt nú Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.
Tann 7. februar var minsitarin á vitjan á Heiminum á Sýnini í Miðvági saman við Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinnu í almannamálum. Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum var vertur fyri vitjanini. Forkvinnan Eyðdis H. Niclasen og næstforkvinnan Aimé Jacobsen greiddu, saman við leiðsluni á Sýnini, frá og vístu “Eldraministarinum” Heimið, skrivar Vága kommuna.
Thyra Frank vitjaði eisini í Eysturkommunu, har hon fyrst var á vitjan á Giljagarði, har leiðarin í Nánd, Kristina Toftegaard, greiddi frá samstarvinum ímillum Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu, og arbeiðinum hjá Nánd. Harumframt fekk Thyra, við fylgi, rundvísing á heiminum, saman við deildarleiðaranum, Mirjam á Lakjuni.
Eftir hetta var fylgi á vitjan í Býráðshúsinum í Norðragøtu, har formaðurin í Trivnaðarnevndini, Hans Mourits Foldbo, greiddi frá arbeiðinum hjá kommununi, og vísti teimum stásiliga húsið.
(Mynd: Eysturkommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald