Innanlands

Danski verjumálaráðharrin til Føroya

Høgni Hoydal hevur úr at gera at taka ímóti donskum ráðharrum. Mánadagin kemur Troels Lund Poulsen á vitjan

Troels Lund Poulsen (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið / Les Kaner)

Troels Lund Poulsen (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið / Les Kaner)

2023-04-14 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár og í dag hevur Lars Løkke Rassmusen, danskur uttanríkisráðharri, verið á vitjan í Føroyum, og millum annað fundast við Høgna Hoydal.

Mánadagin er aftur ein danskur ráðharri á vitjan. Tá kemur verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

Mánamorgunin verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og danska verjumálaráðharran.

Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Tinganesi mánamorgunin kl. 9.15.

Mánamorgun hittir verjumálaráðharrin somuleiðis Løgtingsins Uttanlandsnevnd.

[object Object]Høgni Hoydal og Lars Løkke Rasmussen í Tinganesi um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder