Innanlands

Danskt met sett fyrstu tímarnar í 2023

Ongantíð hava so nógv hitastig verið máld 1. januar - ella nakrantíð í januar yvirhøvur

Næstan 13 hitastig vórðu skrásett á Lollandi í nátt. Heitur vindur av suðri er orsøkin til óvanliga hitan í nátt

Næstan 13 hitastig vórðu skrásett á Lollandi í nátt. Heitur vindur av suðri er orsøkin til óvanliga hitan í nátt

2023-01-01 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12,6 hitastig. Hetta var tað hægsta, ið hitin í Abed á Lollandi var á í nátt. Hetta ljóðar sum eitt høgt tal fyri at tað er heilt stutt liðið av einum nýggjum ári, og hetta eru heili 2,2 hitastig enn tað mesta, ið áður hevur verið mált eitt gamlaárskvøld/fyrstu tímarnir í einum nýggjum árið nakrastaðni í Danmark.

Danska TV2 skrivar, at hetta eisini er met fyri januar yvirhøvur: Ongantíð fyrr hevur nakað yvir 12,4 verið skrásett í januar mánaða. Hetta talið varð skrásett 10. januar í 2005.

Tað lægsta ið nakrantíð hevur verið mált í Danmark í janur mánaði var 8. januar fyri 41 árum síðani: Tað var - 31,2.

Heitur vindur er orsøkin

Á tv2.dk verður víst á, at tað er í løtuni stórur munur á hitanum í sunnara og norðara parti av landinum. 

Á oynni Lolland, ið er útfrá Suðursælandi og tætt við brúnna um Stórabelt, hevur ein sterkur, men heitur, vindur av útsynningi gjørt sítt til, at metið nú er sett. Tað er sera óvanligt, at slík hitamet verða sett um náttina.  

Bygdin Abed á Lollandi hevur tað á sær, at har kann gerast óvanliga heitt: Í juli í fjør vísti mátarin har 35,9 stig. So heitt hevur tað ongantíð verið í Danmark í juli áður. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder