Tað var pakkað við fólki á økinum tá Suspekt fór á stóra pallin á Tórsfest í kvøld.
Á hesum pallinum eru ikki trupulleikar við ljóði, og tað var tað heldur ikki hjá Suspekt, sum verulia setti lív í. Bæði við champagnu og góðum kendum tónum undirhildu teir fjøldini.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Teir báðir sangararnir í bólkinum søgdu seg vera glaðar fyri at vera í Føroyum.
- Vit hava spælt her fyrr, og vit gera tað gleðiliga einaferð afturat, søgdu teir árenn teir fóru í holt við eitt av seinastu løgunum.
Eftir konsertina hjá Suspekt spældi danski bólkurin Halberg and friends á minna pallinum. Eins og hjá I Am vóru ávísir ljóðtrupulleikar frá byrjan, men síðani gekk betri.
Sí eisini: Myndir: Tórsfest 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald