Innanlands

Danskt verjuskip sleipar stórhvalin

Verjuskipið Ejnar Mikkelsen var har á leiðini, og sleipar nú deyða stórhvalin, sum hevur rikið í Nólsoyarfirði í morgun

(Mynd: Lhg.is)

(Mynd: Lhg.is)

2019-06-18 12:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Deyði stórhvalurin, sum varð sæddur í Nólsoyarfirði í morgun, verður nú sleipaður út á opið hav. Danska verjuskipið Ejnar Mikkelsen var har á leiðini, og er nú í holt við at sleipa hvalin, har hann við tíðini rotnar burtur.

Hvalurin er mettur at vera einar 20 metrar langur, og hevur helst ligið og rotnað í nakrar vikur, segði MRCC við útvarpið á middegi.

Stórhvalurin varð funnin millum Tjørnunes og Glyvursnes beint eftir klokkan átta í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder