Innanlands

Datt á skutara

Eisini varð ein bilførari støðgaður í gjár undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring

2024-09-26 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Førarin av einum skutara varð um midnáttarleitið í gjárkvøldið fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Talan var um eitt soloóhapp, har førarin datt við skutaranum. Óhappið hendi í Havn. Helst var talan um smásnuddir, upplýsir vaktleiðarin á lørgerlustøðini.

Fyrr á degnum í gjár, støðgaði løgreglan einum bilførara í Havn, sum er undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring.

Blóðroynd varð tikin av viðkomandi, og úrslitið av royndini ger av hvat víðari hendir í tí málinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder